Uppaling og læra Í javnstøðulógini stendur, at alt skúlatilfar skal vera í tráð við javnstøðuhugsjónina. Hetta vísur, at tað hevur stóran týdning, at børnini frá barnsbeini læra, at kvinnur og menn eiga rætt til somu møguleikar. Fyri at vísa hetta í verki, er týdningarmikið, at børnini verða undirvíst útfrá frálærutilfari, sum gevur fjølbroyttar lýsingar av lívinum hjá kvinnum og monnum og gentum og dreingjum í dagsins samfelagi. Og ikki útfrá tilfari, sum tekur støðið í eini siðbundnari og gamlari hugsan um leiklutin hjá kynunum í samfelagnum. |